Vanliga eru tað menn, sum verða avdúkaðir og revsaðir fyri at hava hugt at barnapornografiskum tilfari, men í svenska býnum Falun eru 23 kvinnur dømdar fyri at hava havt barnapornografiskt tilfar um hendi.
Svenska tíðindastovan TT veit at siga, at kvinnurnar fingu dagbøtur fyri millum annað at hava hugt at myndum og filmi av børnum, sum blivu neyðtikin, meðan tey vóru bundin.
Ein 43 ára gamal maður er dømdur í sama máli, tí tað var hann, sum útvegaði kvinnunum tilfarið. Í dóminum stendur, at maðurin gjørdi sær dælt av, at kvinnurnar vóru sálarliga veikar og høvdu tørv á samveru við onnur. Men dómurin staðfestir eisini, at tað vóru kvinnurnar, sum bóðu mannin um tað barnapornografiska tilfarið.