Í nítiárunum setti norska stjórin sær fyri, at minst 15 prosent av landsins hermonnum skuldu vera kvinnur, men málið bleiv ongantíð rokkið. Nú tekur stjórnin málið uppaftur, og hesaferð er ætlanin, at í 2008 skulu minst 15 prosent av hermonnunum vera kvinnur. Í fyrsta umfari er ætlanin at vita, um herurin kann draga fleiri kvinnur til sín, men eydnast tað ikki, at Anne-Grete Strøm-Erichsen, verjumálaráðharri, til reiðar at tosa um, at kvinnur skulu hava herskyldu eins og menn. Tað hava talsmenn hjá herleiðsluni eisini skotið upp.