Kvinnur hava uppiborið betur enn fosturtøku

Anja Wenningstedt
anja.wenningstedt@meyl.fo
.....

Í Sosialinum, sum kom út í gjár mikudagin 9. januar 2013 verður løgtingskvinna fyri Sjálvstýrisflokkin Kristianna Winther Poulsen, sum altíð hevur virkað mær sum eitt skilafólk, endurgivin fyri at siga, at hon hevur ætlanir at berjast fyri málinum um eina føroyska fosturtøkunevnd. Hetta tí at hon er ímóti at fólk við sínum fulla viti verða tvungin til eitthvørt. Og at eingin skal verða tvungin at fara til eina ráðgeving, sum hevur eitt ávíst endamál.
Nú er lógaruppskotið frá Karsten Hansen ikki lagt fram enn so tað er torført at meta um júst, hvat tað fer at innihalda. Men sum eg havi skilt ætlaninar, so eru tær, at hetta skal vera eitt tilboð til foreldur, áðrenn tey taka eina tunga avgerð, sum ikki kann takast umaftur. Geva teimum pláss og tíð at tosa við eitt menniskja, sum kann venda støðuni saman við teimum. Vera tað lurtandi oyrað, sum hjá nógvum ikki er at finna nakra aðrastaðnis, tí at ætlanir um fosturtøku er nokk hjá teimum allar fægstu nakað, sum man fer at tosa um við familju ella vinir. Tað er tabu.
Og eg dugi altso ikki at síggja, hví at hetta er nakað at vera ímóti.
- Hvat er so galið við, at onkur torur at taka kjakið við foreldrini um tað ikki er ein annar útvegur?
- Er tað ikki gleðiligt, um nú foreldur eftir at hava verið til samrøðu við »fosturtøkunevndina« broyta ætlan og velja barnið ístaðin fyri fosturtøkuna?
Og nei eg tori persónliga at standa inni fyri, at tað er eingin trygd fyri at kommunullæknin tekur tað kjakið. Og at kvinnulæknanir á Landssjúkrahúsinum so avgjørt ikki taka tað.
Persónliga síggi eg ætlaninar hjá Karsten Hansen sum eitt frambrot og ikki eitt afturstig fyri føroyskar kvinnur. Vit vera nokk øll samd um, at eingin fær fosturtøku við gleði. Og tað er har, at sterkar og skilagóðar kvinnur á Føroya Løgtingi kunna gera ein veruligan mun. Gerið lógaruppskot sum kunna betra um korini hjá barnafamiljuni, gerið lógaruppskot, sum kunna hjálpa kvinnum at hava eina trygga og góða viðgongutíð.
Kvinnur hava uppiborið betur enn fosturtøku.