Kvinnur hava bara 37,5 prosent av nevndarsessunum í almennum nevndum og almennum ráðum. Tað staðfestur Axsel V. Johannesen, løgmaður.
Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, hevur spurt hann, hvussu kynsbýtið er í almennum nevndum og ráðum. Løgmaður sigur, at í nevndum og ráðum hjá tí almenna, eru tilsamans 746 nevndarsessir, og av teimum røkja Kvinnur 280 sessir, ella 37,5 prosent, og menn hava 466 sessir, ella 62,5 prosent.
Í almennum partafeløgunum eru nevndarsessirnir býttir soleiðis, at kvinnur hava 23 nevndarsessir, ella 34,3 prosent, og menn hava 44 sessir, ella 65,7 prosent. Men her leggur Løgmaður afturat, at kirkjuráðini eru ikki við í yvirlitinum. Men hann sigur eisini, at í teimum 125 nevndunum, har ein formanssessur er skrásettur, eru 39 forkvinnur, ella 31,2 prosent, og 86 formenn, ella 68,8%) .
Í almennum partafeløgunum eru formanssessirnir býttir soleiðis, at tað er bara ein forkvinna, men 11 formenn.
Les eisini: Bara 26 prosent av almennum stjórum eru kvinnur
Kynsbýtið er líka ójavnt, tá ið tað snýr seg um nevndarsamsýningarnar, tí kvinnur fáa 333.265,96 krónur í samsýning um mánaðin, ella 33,3 prosent, og menn fáa 668.835,54, ella 66,7 prosent.
Í almennum partafeløgum er samsýningin soleiðis býtt, at kvinnur fáa tilsamans 133.250 krónur um mánaðin, ella 31,6 prosent, og menn fáa tilsamans 289.000 krónur um mánaðin, ella 68,4 prosent.