Kvinnuráðgeving ávegis

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal gera eitt álit um, hvussu ein kvinnuráðgeving kann skipast

KVINNURÁÐGEVING

 Ætlanin er, at uppgávurnar hjá ráðgevingini í høvuðsheitum skulu fevna um upplýsing til ungar gentur og kvinnur um fyribyrging, ráðgeving til kvinnur, ið umhugsa fosturtøku, viðtalu við kvinnur, sum hava fingið fosturtøku, ráðgeving til barnakonur og stakar uppihaldarar, ið liva undir truplum viðurskiftum og hava tørv á stuðli, sigur Almanna- og heilsumálaráðið.
Ráðgevingin skal skipast við fakpersónum, sum kunnu veita kvinnum holla og neutrala fakliga ráðgeving í teimum ivaspurningum, sum tær hava av m.a. sosialum-, heilsuligum-, sálarligum- og/ella átrúnarligum slag. Ráðgevingin er ætlað sum eitt tilboð til kvinnur og dentur verður lagdur á, at tær sjálvar kunnu velja um tær ynskja at taka av hesum tilboði ella ikki, og hvønn part av hesum tilboði tær ynskja at velja. Tað vil siga, um tær ynskja at tosa við ein ella fleiri av ráðgevunum í toyminum. Endamálið við ráðgevingini er at veita kvinnum hjálp til sjálvhjálp, so tær verða betur førar fyri at taka avgerðir. Somuleiðis verður dentur lagdur á, at ráðgevingin verður ókeypis og anonym.
Landsstýrismaðurin hevur heitt á Almannastovuna, Landssjúkrahúsið, Heilsufrøðiskipanina og Kvinnufelagið um at velja umboð í arbeiðsbólkin. Arbeiðsbólkurin er mannaður við Berit Unn Petersen, sosialráðgeva, Anniku V. Dalsgarð, sosialráðgeva, Karini Dahl, ljósmóðir og Nicolinu Højgaard, heilsufrøðingi.