Kvinnur fara at berjast

Á fyrsta sinni verður møguleiki at síggja eina kvinnufinalu í føroyskum judo.

Judo er ein mansdomineraður ítróttur – eisini í Føroyum, her vit javnan síggja dystir ímillum menn, og sjáldan kvinnur. Tað verður tað tó møguleiki fyri nú leygardagin, tá ið felags FM-tiltak fyri borðtennis, badminton og judo er á skránni.


Hesaferð er nevniliga á fyrsta sinni ein kvinnufinala við ímillum tær mongu finalurnar í teimum ymisku vektbólkunum. Tað eru Sanna Djurhuus og Silja Johannesen, sum skulu kappast um at gerast kvinnuligur føroyameistari í judo.


Sanna Djurhuus lesur í Oxford, har hon venur við Oxford Judo, meðan Silja Johannesen venur við Sunda Judofelag.


- Í innleiðandi umfarinum var dysturin teirra millum sera javnur, so vit síggja fram til ein eins javnan og spennandi dyst leygardagin, skrivar Judo Føroyar á heimasíðu sínari.


Allir finaluluttakararnir í judo kunnu síggjast á heimasíðuni hjá sersambandi teirra HER.