Kvinnur eru meira sjálvkritiskar enn menn

- Politikkur er ein kappingarheimur, og tað ræður um at halda seg framat, um ein vil vera verandi.

Tað heldur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri javnaðarflokkin. Hon varð fyrstu ferð vald inn á ting í 2008.

-  Politiska spælið er meira nattúrligt fyri menn enn kvinnur. Menn hava ofta lættari við at markera seg og halda seg framat enn kvinnur. 



Sjálv hevur Eyðgunn nøkur ár á baki á politiska pallinum, men tað kann tykjast hart fyri eina kvinnu, tá hon er nýggj á økinum.

Hon sigur eisini, at kvinnur hava lyndi til at vera ov sjálvkritiskar, og hetta ger, at tær ofta halda seg aftur.

- Kvinnur vilja vera heilt tryggar í síni søk áðrenn tær vilja úttala seg. Hinvegin halda menn seg sjálvdan aftur, heldur ikki, tá tað snýr seg um økir, sum teir ikki eru serkønir innnan.  

Í dag umboða kvinnur ein triðing av løgtinginum. Um tær skulu gerast fleiri, mugu flokkarnir seta hetta á dagsskránna. 

- Fyri at fáa fleiri kvinnur á ting, mugu flokkarnir arbeiða fyri tí í tí dagliga, til dømis í  nevndararbeiði. Tað nyttar ikki at biða tær koma við fýra vikur áðrenn tær skulu veljast, tá er tað ov seint.

- Um ein kvinna vil koma framm í politikki skal hon vera áhaldin og treisk. Og hon skal ikki taka tað ov nær, um hon fær eitt lítið skump.