Kvinnur eiga Føroya filmsframtíð

– Sum formaður í Geytadómsnevndini eri eg serstakliga fegin um allar teir filmar, sum hesi ár eru komnir inn til Geyta- og Áskoðarakappingina. Í krónum og oyrum hava virðislønirnar staðið í stað hesi fýra árini, og eingin nýggjur partnari er komin við í Geytaátakið, sum Norðurlandahúsið so hegnisliga tók stig til, og Tórshavnar kommuna við Jógvani Arge, og nú Helenu Dam á Neystabø á odda, stuðlaði frá fyrsta degi.

 

Tað sigur Birgir Kruse, sum er formaður í Geytadómsnevndini á bloggi sínum.

 

Hann sigur, at útlendsku fakdómararnir, sum Norðurlandahúsið trúfast hevur boðið við til føroyska filmskvøldið, hava latið eyguni upp á mongum okkara og eisini knýtt bond, sum seta heimliga filmsgerð í nýtt ljós, millum annað Rigmor Dam, landstýriskvinna við mentamálum, Hanna Jensen, forkvinna í løgtingsins Mentanarnevnd og Guri Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands

 

– Og eg fái tann tanka, at kanska eru tað kvinnur, ið eiga Føroya filmsframtíð.

 

Og Birgir Kruse heldur fram:

 

»Í práti við fakfólk, politikarar og vinnulívsfólk á Reinsarínum eftir filmsýningarnar í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, er greitt, at nú mugu nýggir og fleiri pengar og møguleikar koma í føroyska filmsgerð.

 

Tað liggur ein tung ábyrgd á politikarum beint nú at knýta samband millum mentan og vinnu, so vegurin kann greiðast fyri gávuríkum ungum, sum so týðuliga vilja siga søgur á filmi. Alt verður ikki gjørt eftir einum degi, men kann saktans fremjast í varisligum stigum, bara vit alment og opið standa saman um ta filmsgerð, sum Geytin hevur borðreitt við í fýra ár á rað. Teir útlendsku dómarar, sum Norðurlandahúsið hevur boðið til Føroya hesi ár, eru ikki bara sambond til størri lørift og biografhallir, men eisini til størri fakligheit, fyrst og fremst at klippa munandi neyvari og hvassari í teim góðum søgum, vit eiga og duga at siga.«

 

Í Geytadómsnevndini eru Birgir Kruse, formaður, Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, Marjun Niclasen, Tórshavnar Kommuna, Jan Berg Jørgensen, Klippfisk og innbodni útlendski fakdómarin, sum í ár var Petri Kemppinen, stjóri í Norðurlendska Filmsgrunninum.

 

Hósdagin 14. januar í 2016 verða allir teir 22 filmarnir, sum í ár komu inn til Geytakappingina, sýndir í Norðurlandahúsinum.