Kvinnur døma finalurnar

Randi Larsen verður annardómari í steypafinaluni hjá kvinnum og Rúna Hentze í steypafinaluni hjá monnum, og altjóða dómarin, Jan Hentze, verður fyrstidómari í báðum finalunum, sum eru millum SÍ og Mjølnir.

 

– Vit royna at eggja fleiri kvinnum til at døma, og vónandi fáa fleiri eisini hug, tá tær síggja, at tað ber til at koma langt sum kvinnuligur flogbóltsdómari í Føroyum. Í dómarabólkinum eru bara tríggjar kvinnur og sjey menn, so vit kundu hugsað okkum at fingið fleiri kvinnur við, sigur Jan Hentze, ið sjálvur er dómari í steypafinalunum áttanda árið á rað.

 

Hann sigur, at steypafinalurnar altíð eru nakað heilt serligt, tí allir miðlarnir eru har og ein rúgva av áskoðarum, so karmarnir eru fantastiskir. Eitt nú er gangurin inni í ítróttarhøllini á Hálsi so nógvur, at tað er neyðugt at floyta harðari, so spælararnir eisini hoyra tað.

 

– At vit so eisini hava tveir kvinnuligar dómarar við, ger kanska uppgávuna lættari, tí eg haldi meg hava sæð, tá eg havi dømt saman við Rúnu, at tað leggur ein ávísan dempara á. Í øllum førum brúka menninir meira kjaft ímóti mær enn ímóti henni, flennur Jan Hentze.

 

Kvinnufinalan millum Mjølnir og SÍ byrjar klokkan 13.30 og mansfinalan millum SÍ og Mjølnir klokkan 15.30. Tó kann henda seinna finalan verða seinkað eitt sindur, alt eftir hvussu drúgv fyrra finalan verður.