Kvinnur bestu íleggjarar

Kanningar í USA vísa, at kvinnur fáa mesta vinningin á partabrævamarknaðinum, tí tær eru betri sinnaðar at seta seg inn í marknaðin enn menn

Fyri aðru ferð innan stutta tíð hevur stjórin fyri Dansk Aktionærforening, Claus W. Silfverberg, verið í Føroyum og hildi partabrævaskúla.

Fyrstu ferð hann var her, var í januar mánaði, tá hann helt fýra slíkar skúlar, og nú hevur hann aftur verið her í samstarvi við Eik Banka og hildi fýra partabrævaskúlar aftrat. 40 fólk hava verið í hvørjum flokki, so tað vil siga, at einir 320 føroyingar eru skúlaðir innan partabrævamarknaðin.

- Tað er í grundini sera lætt at handla á partabrævamarknaðinum. Tær nýtist ikki ta stóru vitanina. Eftir fimm minuttum kennir tú tað mest grundleggjandi, og fylgir tú tveimum høvuðsreglum, er tú væl á veg, sigur Claus Silfverberg.

Høvuðsreglurnar, ið danski stjórin vísir til, eru at spjeiða váðan yvir fleiri partabrøv og í øðrum lagi yvir tíð.

- Tað, sum fyrst og fremst ræður um, er ikki at leggja øll síni egg í eina kurv. Tað ræður um at miða eftir í minsta lagi sjey ymsum partabrøvum, og at spjeiða íløgurnar yvir eitt tíðarskeið, sigur Claus Silfverberg.

Upp á stutt sikt er tað psykologiin, ið spælir inn. Tað vísir seg, at hóast tað fullkomna átti at verið at keypt partabrøv, tá kursurin er lágur og selt, tá hann er høgur, so hendir tað seg ofta, at fólk gera tað júst øvugta.

 

Kvinnurnar duga betri

Serliga tá talan er um menn kann tað ganga galið.

Eru menn hepnir á partabrævamarknaðinum eina ella tvær ferðir, halda teir seg beinanvegin vera heimsmeistarar. Har eru kvinnurnar nógv meiri umhugsnar.

- Kvinnurnar seta seg munandi betur inn í tingini. Tað er sum tá tú skal binda eina troyggju ella gera ein góðan bita at eta. Eru kvinnurnar ikki royndar í hesum, vilja tær altíð hava eina uppskrift at halda seg til. Menn fara nógv meiri fram eftir fummum, sigur stjórin í Dansk Aktionærforening.

Hann sigur, at kanningar í USA vísa, at har hava tey ymisk partabrævafeløg, har summi bert hava mannnligar, summi bert kvinnuligar og summi blandaðar limir. Tað vísir seg, at feløgini við bert kvinniligum limum fáa mesta vinningin.

Hetta sigur hann vera, tí teir kvinnuligu íleggjararnir ikki eru so kenslubornir sum teir mannligu. Teir gerast lættliga ov grammir, tá tað gongur væl, og ov bangnir, tá tað gongur illa.

 

Føroyskt felag

Dansk Aktionærforening er eitt brúkarafelag burturav, og fremsta uppgávan er at hjálpa limunum at fáa so gott avkast sum tilber. Hetta verður eitt nú gjørt við at samanbera ymsu íløgusamtøkini.

Og nú verður so ein føroysk deild sett á stovn. Áhugin millum íleggjarar í Føroyum er alsamt vaksandi, og nú stóru føroysku bankarnir verða skrásettir á virðisbrævamarknaðinum her í Keypmannahavn, vil tað náttúrliga skapa øktan áhuga.

Limatalið er longu økt munandi, og frá januar til nú eru limirnir øktir úr 20 upp í 60. Seinastu fýra dagarnar er talið farið upp á 84 og Claus Silfverberg væntar, at tað fer upp um hundrað áðrenn summarfrítíðina.

Tað er Jonhard Larsen, sum saman við øðrum skal standa fyri at fáa partabrævafelagið skipað í Føroyum.