Kvinnur í býráðið

Kvinnan hevur altíð havt stóran leiklut í føroyska samfelagnum.

Elisabeth Joensen (Betta),

býráðslimur



Fyri ikki so mongum árum síðani var greitt arbeiðsbýti millum kynini. Meðan maðurin knossaði á sjónum, var tað kvinnan, ið stóð við allari ábyrgdini heima.

Hon skuldi uppala børnini, matgera, vaska, bøta, binda og seyma, syrgja fyri, at alt heimaarbeiði varð gjørt t.d. torv, hoyggj, kýrnar skuldu mjólkast, kríatúrini skuldu ambætast o.s.fr. Tað sindri av peningi, ið maðurin vann, skuldi hon royna at fáa at røkka, og kvinnan lærdi at spara. Kvinnan tók sær av teimum gomlu, tá ið tey gjørdust óhjálpin.

Arbeiðið hjá kvinnuni var fjølbroytt, hon skuldi vera køn á øllum økjum. Kvinnan var álitið í heimi sínum og hollur stuðul í samfelagnum. Mangan fekk føroyska kvinnan ikki ta tøkk og rós, hon hevði uppiborið.

Tað vóru menn, ið tóku sær av tí politiska. Teir tóku tær stóru avgerðirnar.

Arbeiðsmynstrið er nógv broytt, tað er ikki longur greitt arbeiðsbýti ímillum kynini. Kortini man dugur vera í føroysku kvinnuni við sama lag. Kvinnulyndið er hitt sama. Tað liggur til kvinnuna at kenna ábyrgd og hava menniskjaliga umsorgan.

Seinnu árini hava kvinnur gjørt meira um seg. Kvinnur eru nú valdar á ting og í bý- og bygdaráð.

Hjá flestu flokkum hevur gingið illa at fingið konufólk á listarnar til býráðsvalið. Kvinnur bera seg undan ? ofta av góðum grundum, tí umframt at hava arbeiði, noyðast fær flestu eisini at taka sær av húsi, manni og børnum. Arbeiðsbyrðan er stór, flestu kvinnur hava ikki orku til at hugsa um ella taka sær av politiskum viðurskiftum eisini.

Summar kvinnur hava ikki sjálvsálit, halda kanska, at menn duga betur, og nógvar kvinnur ræðast fyri at gera mistøk.

Havi fingið upplýst frá Javnstøðunevndini, at í verandi bý- og bygdaráðum eru kvinnur bert umboðaðar við 10 %, tað er ymiskt frá oyggj til oyggj, hvussu kvinnuumboðanin er, men 21 kommunur hava onga kvinnuumboðan.

Hugsa vit um Klaksvíkar Býráð, so eru 11 býráðslimir, og tá ið kommunuval var seinast, vórðu, á fyrsta sinni, tvær kvinnur beinleiðis valdar inn. Triðja kvinnan kom inn seinni.

Neyvan man so nógv vera hent á sosiala økinum, sum hesi seinastu fýra árini. Hetta talar fyri seg. Tó skal viðmerkjast, at einki verður samtykt í býráðnum, uttan meirlutin er fyri tí.

Einki ilt um menninar, vit hava sanniliga dugnaligar menn, men teir hugsa oftast fyrst um vegir, havnir, tunnlar o.s.fr., og sjálvsagt skulu hesi øki eisini røkjast.

Umráðandi er, at eitt komandi býráð er myndað av báðum kynum, soleiðis at øll sjónarmið koma í ljósmála og øll øki verða væl røkt.

Hetta eigur veljarin at hugsa um!