Fríggjakvøldið tann 17. nov. kl. 20 skipar Kvinnufelagið í Havn fyri kommunalpolitiskum fundi og kvøldsetu niðri á Gamla Meiarínum.
Kvinnulig valevni umboðandi allar flokkar til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu eru boðin at luttaka við innleggum í orðaskifti, og undirhald verður bæði til álvara og gaman.
Aftaná verður høvið at halda fram við orðaskifti í smærri bólkum aftur við drekka og breyðbitum, sum vera til keyps seinni um kvøldið.
Neyvari skrá verður lýst seinni.