20 ár eftir at kvinnur í Vestmanna stillaðu ein kvinnulista upp til bygdaráðsvalið er listin farin í søguna Kvinnulistin í Vestmanna er nú søga, skrivar Dimmalætting.
Tað vóru stórtíðindi, tá ið tað fyri 20 árum síðan eydnaðist kvinnunum í Vestmanna at fáa tríggjar kvinnur valdar inn í kommunustýrið.
Næstu tvey skeiðini høvdu teir meirlutan, men seinast fekk kvinnulistin bara eitt umboð, og hesa ferð stillar eingin kvinnulisti upp.
Heta seinasta skeiðið hevur Marjun S. Olsen sitið sum einasta umboð hjá kvinnulistanum í kommunustýrinum, og hon er hørm um farna kvinnulistan, tí eftir hennara tykki ræður um at fáa fleiri kvinnur inn í kommunustýrið. Sjálv hevur hon verið í bygdaráðnum í 16 ár og gevst nú.
Annars stilla seks kvinnur upp í Vestmanna. Tveir listar eru, og tríggjar kvinnur eru á hvørjum lista.