Røddirnar, sum hart gjørdu vart við, at »Vit vilja gera kvinnur sjónligari í politikki« ella »Kvinnurnar skulu eisini framat«, eru nú, eftir øllum at døma, tagnaðar.
At byrja við, var áhugin fyri kvinnulistanum sera stórur ímillum landsins kvinnur. Fundir vóru hildnir, nevndir vóru settar og gongd kom eisini á arbeiðið við kvinnulistanum.
Men nú er alt arbeiðið steðgað, og at fáa eina viðmerking frá teimum, ið vóru við í arbeiðinum, er sum at leita eftir eini nál í eini sátu. Vónleyst. Eingin sigur seg vita nakað, og eingin ynskir at gera nakra viðmerking.
Eingin eldsál
Súsanna Danielsen váttar tó í stuttari viðmerking, at áhugin fyri listanum tóktiskt ógvuliga stórur. Fundir vóru hildnir m.a. á Vertshúsinum, og í fyrstu syftu var stórur áhugi fyri arbeiðnum. Kvinnurnar tóku avgjørt undir við hugskotinum um ein kvinnulista.
Ein samskipanarbólkur varð tí settur at taka sær av arbeiðnum við at skipa kvinnulistan, og tær byrjaðu eisini arbeiðið.
Seinasti fundurin, tær hildu, var í juli, men tá onkur so tók seg úr arbeiðsbólkinum, datt alt arbeiðið mestsum niðurfyri.
? Tað sum okkum tørvar, er eina eldsál. Tað er eingin slík við í arbeiðnum, sum er. Tá viðkomandi tók seg burturúr arbeiðnum vegna arbeiðið, datt alt niðurfyri. Tað er eingin, sum líkasum fær hinar við sær. Allar sita mestsum bara og bíða eftir hvørji aðrari, og á tann hátt koma vit ongan veg, sigur Súsanna Danielsen.
Súsanna leggur tó afturat, at hon ikki vil avskriva kvinnulistan heilt, bert tí, at hon ikki hevur frætt nakað meiri um arbeiðið við honum.
? Samskipanarbólkurin hevur, sum sagt, ikki havt fund síðani í juli mánaða, og sum eg veit um, er einki annað arbeiði farið fram, við at fáa ein kvinnulista kláran til býráðsvalið. So tað sær út til, at hann er dottin niðurfyri. Men tað er bara tað sum eg veit. Tað kann so væl vera, at okkurt arbeiði er, sum eg bara ikki veit nakað um. So hóast tað sær svart út, vil eg ikki avskriva kvinnulistan heilt, sigur Súsanna Danielsen at enda.










