Nøvnini á 8 kvinnum komu á kvinnulistan mikukvøldið eftir fundin "Kvinnur! Takið eisini ábyrgd í politikki!", sum Tofta Kvinnufelag skipaði fyri. Tað er fimtu ferð, at kvinnulistin stillar á Toftum.
At so fáar kvinnur eru við í politikki, er ein fólkasjúka! Soleiðis tók Kristina W. Andreassen til á fundinum, sum Tofta Kvinnufelag skipaði fyri mikukvøldið. Kristina var fyrsta kvinnan, ið varð vald í bygdarráðið á Toftum í 70?unum.
Kristina fortaldi millum annað um arbeiðið at fáa fótbóltsvøllin, sum harliga trongdist til tey ungu. Hóast tað eru mong ár síðani Kristina gavst í bygdarráðnum, og væl komin til aldurs, er hon framvegis eldhuga fyri politikki, og eggjar yngru kvinnunum at halda seg framat. Kristina var ein av trim-um kvinnum sum á fundinum søgdu frá sínum royndum í lokalpolitikki.
Vardi ansingina
Jancy Olsen, forkvinna í kvinnufelagnum, hevur eisini verið sera virkin í politikki. Hon hevur júst sagt seg frá sum næstforkvinna í Javnaðarflokkinum, og sum lokalpolitikari gjørdi hon tænastu í 8 ár. Hon varð vald í bygdarráðið á fyrsta kvinnulistanum, sum stillaði í 1988. Jancy sat í tvey valskeið. Á fundinum greiddi hon millum annað frá um hvussu trupult tað mangan var, at fáa endarnar at røkka saman, tá grunt var í kommunukassanum.
- Tá mennirnir vildu skerja barnaansingina, so mammur, ið vóru heima vegna barnaburð, ikki skuldu fáa ansingartilboð til størri børnini, segði eg korta nei! greiddi Jancy frá, sum eitt dømi um hvørji málsøki hon hevði stríst fyri.
Til valið í 1996 stillaði Jancy ikki uppaftur, og tá varð Katrin Poulsen vald á kvinnulistanum. Hon hevur sitið í 8 ár, og stillar ikki uppaftur hesaferð. Katrin er leiðari fyri dagrøktina, og hevur eisini eitt festi at taka sær av. Kommunufundirnir eru um kvøldið, og Katrin dylir ikki fyri, at tað krevur fitt av orku at arbeiða við kommunupolitikki.
? Men kommunupolitikkur er spennandi og sera áhugavert arbeiði, sum eg havi røkt í 8 ár. Nú vil eg fegin lata aðrar sleppa framat, sigur Katrin.
Ein vansi
Á Toftum stilla tey ikki eftir flokki. Bert ein almennur listi er, og á listanum eru 11 valevnir - av hesum bert ein kvinna.
Alfred Olsen, kommunuskrivari og tingmaður hjá Sambandsflokkinum, segði í sínum innleggi, at kvinnulistin hevur skyldina í, at so fáar kvinnur stilla á hinum listanum.
- Kvinnulistin virkar kanska móti síni ætlan. Tí tá kvinnurnar vita at hesin listin kemur, vil eingin á tann almenna listan, og tað er spell, helt Alfred Olsen. Hann strikaði undir, at tað veruliga er tørvur at fáa fleiri kvinnur við - bæði í lokalpolitikki og í landspolitikki.
Royndi landspolitikarin ásannaði tó, sum víst var á, at skulu tey á Toftum hava møguleika at velja fleiri enn eina kvinnu á hesum kommunuvalinum, má ein listi gerast afturat. Tí almenni listin er liðugur, og á honum er, sum nevnt, bert ein kvinna.
Felags ábyrgd
Annika Wardum Joensen var eisini gestarøðari á fundinum miku-kvøldið. Hon gjørdi eitt tankaeksperiment, og bað fundarfólkið ímynda sær eina politiska skipan, har einans kvinnur sótu við valdinum.
? Hvørjar raðfestingar høvdu tá verið gjørdar? Hevði tað verið ein nóg góð skipan og hevði rætt verið raðfest? Kanska sæð frá okkara sjónarhorni, men neyvan frá einum samfelagssligum. Í politikki tørvar okkum bæði kvinnur og menn. Okkum tørvar at taka ábyrgdina saman, so vit fáa ein politikk, har áhugamálini hjá øllum pørtum í samfelagnum verða raðfest, segði Annika.
Nærum fullteknaður
Fyri fundin var ikki gjørt av, um kvinnulistin á Toftum fór at stilla aftur hesaferð. Men eftir fundin vóru longu átta nøvn á listanum, og trý koma helst afturat. Listin verður klárur í hesi vikuni, sigur Jancy Olsen, forkvinna í Tofta Kvinnufelag.