Kvinnulistar framvegis aktuellir

Neyðugt er at fáa inn í lógina, hvussu listaatkvøður skulu teljast. Tí fer Javnstøðunevndin at senda rættarnevndini bræv um hetta ein av døgunum Kári á Rógvi, formaður í Javnstøðunevndini, er millum tey, sum hava róð fram undir, at kvinnulistar eru ein møguleiki at fáa eina rættvísari umboðan í tinginum. Tí hevur hann eisini gjørt av, at Javnstøðunevndin ein av komandi døgunum fer at senda rættarnevndini í Løgtinginum bræv, fyri at fáa nevndina at sláa fast, at listaatkvøður sambært grein 18 skulu teljast saman, innanhýsis í flokkinum, í mun til, sum higartil, hvør í sær. Hetta hevur verið gjørt, hóast onki stendur í vallógini um, hvussu listaatkvøðurnar skulu teljast upp.

- Hetta kann hava við sær, at listaatkvøðurnar einans koma toppskorarunum og flokkinum annars til góðar, og ikki kvinnunum, sum ætlað, sigur Kári á Rógvi.

Hann greiðir frá, at hóast kvinnurnar fingu úti við 30 prosent av atkvøðunum síðsta valg, so eiga tær bert 9 prosent av umboðanini á tingi. Hetta er úrslitið av einari valskipan, sum útilokandi tekur landafrøðilig og ikki kynslig atlit. Tí koma atkvøðurnar til serstakir paralellir listar veruliga kvinnunum til góðar.

Ætlanin er, at greiða skal vera komin á spurningin um listaatkvøður beinanvegin, so kvinnulistar verða veruleiki longu næsta valg.