Kvinnulist við Havnará

– Vit hátíðarhalda altjóða kvinnudagin 8. mars í Gallarí Havnará við seks listakvinnum, ið hvør sær hava egið, listarligt úttrykk. 

Soleiðis skrivar Gallaríið Havnará í Havn um framsýning, sum verður í sambandi við altjóða kvinnudagin, sum er týsdagin 8. mars.

 

Tær, sum sýna fram, eru Guðrið Poulsen, Mia Smith, Turið Teitsdóttir, Ranvá Mortensen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Fríða Berg.

 

Í stíli, aldri og bakgrund eru tær seks ymiskar, men listin er femin og úttykksfull, verið tað seg í tí minimalistiska ella tí sera ekspressiva – og tí sum liggur ímillum.

 

Listarligi kvinnukampurin verður heiðraður við Havnará týsdagin 8. mars kl. 16. Í sambandi við ferniseringina heldur Annika Dalsgaard vertur á Gentuvesinum røðu og Guðrið Hansdóttir syngur nøkur løg.