Kvinnulist í Lítluvík

Mánadagin letur upp forvitnislig listaframsýning við listarkvinnuni, Elisabeth Pike, í Smiðjuni í Lítluvík

Lítlavík verður frá mánadegnum karmur um eina framsýning hjá Elisabeth Pike.
? Henda framsýningin fer mest at vera av kvinnum, sigur listarkvinnan.
? Tað er tað, eg máli mest í løtuni. Málningarnir eru litríkir, og teir vera 28 í tali.
Elisabeth Pike hevur annars havt framsýningar í Lítluvík fyrr. Hon sigur, at hesuferð er onki føroyskt við, sum tað plagar at vera, ella í øllum førum ikki á sama hátt. Hesuferð hava kvinnurnar fingið fyrsta plássið.
Listarkvinnan er útbúgvin bachelor í Fine Arts á listaskúla í Toronto í Kanada.
? Eg havi ikki málað so øgiliga leingi, men eg havi vevað í 26 ár, sigur hon, tá vit hittu hana uttanfyri Smiðjuna í Lítluvík fyrrapartin fríggjadagin.
Umframt at hava sína egnu framsýning komandi vikuna, er Elisabeth eisini við til ólavsøkuleikin hjá Grímu.
Listaframsýningin hjá Elisabeth Pike letur upp mánadagin klokkan 12.00 og hevur hon opið til klokkan 19.00. Framsýningin endar sunnudagin klokkan 18.00.