Kvinnuligur virkisleiðari

26 ára gamla Malena Poulsen úr Klaksvík er virkisleiðari á Pure Water í Klaksvík. Tað, sum fyrr var kent sum Roykivirkið. Malena heldur starvið vera sera spennandi og læruríkt.
- Mær hevur altíð dámt fiskaarbeiði væl, sigur Malena

Klaksvík:
Malena stendur og baksast við eina etikett maskinu, tá Sosialurin kemur á gátt. Hon hyggur upp og sigur:
" Eg komi beinanvegin, má líka gera hetta fyrst. Tú hevur ikki ringa tíð, ha?
Eg risti við høvdinum og standi bert og eygleiði hana, meðan hon ger seg lidna.
Vit fara inn á skrivstovuna og sessast við eitt borð.
- Hetta er fyrstu ferð, eg seti meg niður í dag, sigur Malena og suffar gleðiliga.
- Hetta starvið er sera ábyrgdarfult og krevjandi. Stutt sagt, so havi eg ábyrgdina av øllum, sum hevur við framleiðsluna at gera. Eg skal syrgja fyri, at framleiðslan gongur so væl sum yvirhøvur gjørligt allatíðina. Harumframt havi eg eisini ábyrgdina av at úrtøkan er góð.
Ein annar partur av starvinum hjá Malenu umfatar setan av størvum. Tað vil siga, at hon avger hvør fær starv ella ikki. Tað heldur hon vera eina sera stóra, og til tíðir ikki serliga stuttliga, ábyrgd.
- Tí tá ein hevur ábyrgd av at seta fólk í starv, so er ábyrgdina eisini tín, tá tað kemur til tað mótsatta.
Malena hevur útbúgving frá fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Hon var liðug í fjør. Og arbeiddi fyrst á Sammut, sum fyri tað mesta fæst við saltfisk. Síðani fór hon til Northern Fish Cold Storage, har hon arbeiddi, inntil hon søkti starvið sum virkisleiðari á Pure Water.
Hon hevur eisini starvast á Pure Water í stytri tíðarskeið, í eitt nú summarfrítíðum.
Tað eru ikki nógvar kvinnur, sum eru virkisleiðarar í landinum. Og Malena sigur, at hon veit ikki um nakra aðra. Hon sigur eisini, at øll, sum hon gekk í flokki saman við á fiskivinnuskúlanum, sum ikki eru farin í víðari lesnað, hava fingið góð størv.
- Eg rokni við, at stjórin tók ein tjans, tá hann valdi at seta meg í starvið, tí eg eri so ung og eg ikki havi nakrar royndir frammanundan. Men tað var kanska eisini júst tí, hann valdi at seta meg, sigur Malena og leggur skemtandi aftur at, at vanliga hugsar ein um menn í aldrinum 50 ár og upp eftir, tá tað kemur til virkisleiðarar.

Kvinna ? ikki ein trupulleiki
Sum virkisleiðari er Malena so at siga næst eftir stjóran, Eyðbjørn Poulsen. Eftir Malenu koma so arbeiðsformenninir, sum á Pure Water eru fýra í tali. Tríggir menn og ein kvinna.
Malena heldur ikki, at tað tykist at vera ein trupulleiki, at hon er ein kvinna, sum hevur mannfólk arbeiðandi undir sær.
- Tá eg byrjaði fyrst í apríl, so presenteraði stjórin meg fyri øllum starvsfólkunum her. Og øll hava tikið so væl í móti mær. Eisini havi eg fingið nógva hjálp frá arbeiðsformonnunum, sum hava sett meg inn í, hvussu tingini virka her á virkinum. Eisini var hin virkisleiðarin her saman við mær tann fyrsta mánaðin. Og hóast tað var deiligt, so var tað enn meiri deiligt, tá hann var farin, tí so longi hann var her, so gekk eg so at siga bara aftan á honum. Tí starvsfólkið, sum kendu hann og vóru von við hann, spurdu sjálvsagt bara hann, tá okkurt var at spyrjað um.
Tá hann so var farin, so kendi eg tað fyri fyrstu ferð, at tað var eg, sum var virkisleiðari og tá stóð við allari ábyrgdini. Tað kendist eitt sindur ræðandi, men avbera gott og spennandi samstundis.
- Men eg veit sjálvandi ikki, hvat starvsfólkið tosar um, men eg kenni meg væl her, so eg dugi ikki at ímynda mær, at nakar nevniverdur trupulleiki er.
Hvønn dag eftir loknan framleiðsludag, skal Malena føra dagroknskap og úrtøku inn á telduna.
Malena hevur ikki nakað fast stað at standa á niðri á virkinum, tað letur seg ikki gera hjá henni at vera bundin til eitt stað, tí tað er so nógv ymiskt, sum hon skal taka sær av. Men hon er ikki bangin fyri at taka eina hond í, um hon sær, at tað leikar hart á onkunstaðni eina løtu.
- Tað haldi eg er avgerandi fyri sambandi millum starvsfólkini og virkisleiðaran. At ein tekur eina hond við, tá tað treingir til.
Arbeiðsdagurin hjá Malenu er langur. Hon byrjar um hálvgum átta tíðina á morgni, og um tað verður arbeitt til klokkan fýra seinnapartin á virkinum, so er hon sum oftast ikki liðug fyrr enn klokkan líður væl í móti hálvgum seks.
- Mær nýtist ikki at koyra alt inn á telduna á kvøldi, áðrenn eg fari til hús. Eg kann eisini gera tað um morgunin, men eg vil verða komin inn í øll tingini, áðrenn eg fari at loyva mær at slakka av upp á dagføringina, um ein kann siga tað so. Eg haldi, tað er gott at vera ajour allatíðina, so tað er eitt av teimum tingunum, sum eg raðfesti høgt.
Malena sigur, at starvið er sera krevjandi, og til tíðir eisini eitt sindur stressandi.
- Serliga kann eg verða móð í høvdinum onkran dag, tí tað er so nógv at hugsa um allatíðina. Tað er ikki bara stuttligt, kann eg siga tær. Avgerðir skulu takast hvønn dag, og tað skal helst vera tær røttu avgerðinar. Eisini ringir telefonin allatíðina, greiðir Malena frá.
Hon hevur ikki meiri enn sagt tað, so ringir telefonin fyri fyrstu ferð, síðani vit settust at práta.
Malena tekur hana, og beinanvegin skilst á lagnum, at tað er fiskur til komandi viku, tað snýr seg um.
Eftir eini lítlari løtu er tað avgreitt, og vit byrja aftur at práta. Men vit verða avbrotnar tríggjar ferðir aftur at av telefonini. Malena orsakar, men tekur telefonina, tí arbeiðið má koma í fremstu røð.

Laksamarknaðurin mettaður
Á Pure Water arbeiða tey fyri tað mesta laks, upsa, hýsu og tosk. Malena hevur eisini ein part av ábyrgdini fyri at keypa rávøruna inn. Beint nú arbeiða tey við upsa.
- Tað er ongin laksur fyri tíðina. Heldur ikki nakar prísur á liðugtvøruni, sigur Malena. Spurd um, hvør orsøkin man vera til tað, sigur hon, at hon heldur, at tað helst er tí at laksamarknaðurin er mettaður, heldur enn ILA sjúkan, sum ger tað.
Pure Water keypir ofta fisk inn saman við P/F Kósin Seafood. Og tá tey keypa laks, keypa tey frá Faroe Salmon. Tað er stjórin, sum tekur sær av innkeypinum.
Nú eru vit lidnar at práta, og Malena má skunda sær aftur til arbeiðis. Steðgurin, sum hon hevur havt, meðan vit hava prátað, er helst tann einasti, hon fær henda fríggjadagin, tí nógv er at gera á virkinum.