Ætlanin var, at franska Nelly Viennot skuldi verða við til at døma HM-dystirnar í Týsklandi í summar. Men soleiðis verður ikki. Franski linjuverjin dumpaði eina rennitest fríggjadagin, og tí sleppur hon ikki við til endaspælið. 80 hjálpardómarar vóru við til royndina fríggjadagin, og nú skal FIFA gera av, hvørjir 60 av teimum sleppa við til endaspælið.