TB boðar í dag frá, at felagið hevur sett bretsku Helen Nkwocha sum høvðusungdómsvenjara. Hon hevur drúgvar royndir bæði sum spælari og venjari í londum sum Onglandi, USA og Kina, har hon hevur umboðað feløg sum Tottenham, New York Red Bulls, Millwall, Manchester United, Chelsea og Arsenal.
- Sum ein liður í framhaldandi at menna ungdómsfótbóltin í felagnum, hava okur aftur í ár sett ein høvuðsungdómsvenjara í fulltíðarstarv. Tvøroyrar Bóltfelag er fyrsta felag í Føroyum, ið setir eina kvinnu í starv sum høvuðsungdómsvenjara, skrivar TB.
Helen, ið hevur A-venjaraprógv, fer at hava ábyrgdina av ungdómsarbeiðinum hjá TB í tøttum samstarvi við lokalu venjararnar, ungdómsdeildina, Ken Fagerberg og Michael Lundsgaard Winther.
- Sum høvuðsungdómsvenjari kemur Helen at vera til staðar, tá venjingar eru við Stórá, klár at vegleiða og stuðla okkara lokalu venjarum, og tryggja, at leikararnir fáa sum best burtur úr venjingunum. Eisini kemur hon saman við Ken at hava venjingar við øllum liðunum í ungdómsdeildini av og á, skrivar TB og leggur afturat:
- Helen kemur til landið um mánaðarskifti januar-februar, og okur í felagnum eru sera spent uppá, at hon kemur í gongd við arbeiði, og at okur saman kunnu halda fram við at menna felag og leikarar. Vit vilja fegin takka B71 og Richard Goffe í sambandi við, at avtala er gjørd við nýggja høvuðsungdómsvenjaran, og at enda vilja okur bjóða Helen vælkomna til Tvøroyrar.
Hetta boðar ungdómsnevndin hjá TB frá á Facebook.