Kvinnuligur dómari dømir Eysturríki-Føroyar

Dómari á Ernst Happel leikvøllinum í annaðkvøld verður 39 ára gamla Kateryna Monzul úr Ukraina

Orsaka av fótbóltssøguligu hendingunum í Landskrona í 1990 og á Tórsvølli í 2008 er tað altíð serligt hjá føroyska fótbóltslandsliðnum at møta Eysturríki.

Í annaðkvøld verður tað eyka serligt á Ernst Happel leikvøllinum í eysturríkska høvuðsstaðnum, Wien.

Tað verður nevnliga ein kvinnuligur dómari, ið skal leiða HM-undankappingardystin millum Eysturríki og Føroyar.

Talan er um 39 ára gomlu, Kateryna Monzul úr Ukraina sum er útbúgvin innan byggifrøði og býarplanlegging.

Í 2016 gjørdist Kateryna Monzul fyrsti kvinnuligi dómarin at døma í bestu ukrainsku mansdeildini í fótbólti. 

Í november í fjør skrivaði Kateryna Monzul aftur søgu. Tá var hon partur av fyrstu dómarakvartettini við bara kvinnum, ið dømdu ein kappingardyst millum tvey A-landslið hjá monnum. Kateryna Monzul dømdi tá Nations League dystin millum San Marino og Gibraltar.

Kateryna Monzul er ein royndur dómari í altjoða høpi. Hon hevur síðani 2007 dømt kappingardystir fyri A-landslið hjá kvinnum, og hevur gjørt tað framúr.

Dysturin móti Eysturríki verður í annaðkvøld klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis studiofrásøgn frá dystinum. Byrjað verður at senda frá klokkan 19.

Øll kunnu hoyra FM1 HER