Kvinudagur
Vágar:Kvøldseta við sangi upplestri, fyrliestri og listaframsýning verður í Bygdarskúlanum í Miðvági klokkan átta í kvøld.
Skráin, sum løgd er fyri kvøldsetuna roknast við at fara at vara einar tveir tímar, siga tær, sum reika fyri tiltakinum.
Byrjað verður við, at boðið verður vælkomin, og síðan verður felagssangur, skemt og upplestur, har kvinuligur yrkjari, ættað úr Miðvági, lesur egnar yrkingar.
Fyrri partur av kvøldsetuni endar við, at kvinnuligi borgarstjórin í Sandavági fer at siga frá politiska arbeiði sínum, áðrenn eins steðgur verður, har til ber at fáa kaffi ella te saman við køkum frá vágakonum og sodavatni frá Restorffs, sum verður at fáa ókeypis.
Síðan verður framførsla av tveimum sangum, sum ein sandavágskona hevur gjørt og sjálv fer at syngja. Meira skemt verður í tveimum umførum eftir steðgin, og ein kvinnubólkur úr Vágum fer at spæla tónleik.
Kvøldið endar við felagssangi.
Meðan kvøldsetan er, er eisini listaframsýning, har tvær vágakonur fara at sýna fram málningar og seymaðar myndir, tær hava gjørt.