Kvinnulandsliðið til Silver League er úttikið

Landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Christian Imhoff, og hjálparvenjarin, Annika á Stongum, hava nú úttikið leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í Silver League kappingini, sum verður í mei og juni.

Føroysku flogbóltslandsliðini hjá bæði kvinnum og monnum luttaka í mei og juni á fyrsta sinnið í Silver League kappingini hjá CEV.

 

Føroysku kvinnurnar eru komnar í bólk saman við Portugal, Montenegro og Georgia, har leikast skulu dystir heima og úti. 

 

Sterkasta mótstøðuliðið er uttan iva Portugal, sum liggur sum nr. 15 á styrkisstiganum fyri kvinnuflogbóltsliðini í Evropa. Montenegro er styrkismett sum nr. 23 og mett verður, at hetta eru sera trupul mótstøðulið fyri Føroyar, sum er styrkismett sum nr. 37 í Evropa. Síðsta mótstøðuliði, Georgia, er styrkismett sum nr. 38, so spennandi verður her at síggja í hvønn mun styrkismetingin gevur eina veruliga mynd av styrkini hjá liðunum.

 

Venjararnir, Christian Imhoff og Annika á Stongum, hava úttikið hesar leikarar til dystirnar:

 

Jóhanna Christiansdóttir, TB 

 

Henrikka Wang Jacobsen, Dráttur

 

Annika Niclassen, Dráttur

 

Tórfríð Tavsen, Dráttur

 

Sofía Purkhús Splidt, Ternan

 

Birgit Guttesen, Ternan

 

Amanda Niclassen, Mjølnir

 

Anna Arnhóldsdóttir, Mjølnir

 

Sirið Hanusardóttir Samson, Mjølnir

 

Tóta Búadóttir, Fleyr

 

Óluva Mohr, Fleyr

 

Guðrun L. Joensen, KÍF

 

Jakobina Joensen, KÍF

 

Sofía Weihe Simonsen, SÍ

 

Føroyska liðið leggur fyri við trimum heimadystum í høllini á Hálsi:

 

27. mei: Føroyar - Montenegro

 

31. mei: Føroyar - Georgia

 

4. juni:  Føroyar - Portugal

 

Og síðani eru útidystirnir:

 

11. juni: Portugal - Føroyar

 

14. juni: Georgia - Føroyar

 

16. juni: Montenegro - Føroyar