Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti er í hesum døgum í Bulgaria, har tær leika undan-undankapping til EM í kvinnuhondbólti. Í gjár tapti føroyska liðið 31-22 ímóti bulgarsku vertunum.
Í dag var tað Aserbadjan, ið var mótstøðuliðið. Føroyar komu sera væl frá byrjan, men talan var um ein tættan dyst. Hálvleiksstøðan var 14-14. Í seinna hálvleiki gjørdust føroysku kvinnurnar akkurát ov stuttar. Endaliga úrslitið gjørdist tíverri 28-29 til Aserbadjan.
Føroysku málskjúttarnir vóru hesir: Turið Arge Samuelsen, 10 mál. Liljan Djurhuus, sjey mál. Randi Wardum, trý mál. Agnas Olsen og Guðrið Mortensen tvey mál. Heidi Maria Axelsen, Marianna Holm Jacobsen, Bára Berthelsen og Bára Hansen skoraðu allar eitt mál.