Lutakast hevur verið í morgun til komandi HM-undankappingina. Føroyska kvinnulandsliðið skal møta Kosovo í fyrsta umfarið av HM-undankappingini.
Liðini skulu spæla tveir play-off dystir, har vinnarin yvir tveir dystir kemur víðari til annað umfar, har liðini kunnu møta Kroatia, Spania, Fraklandi, Týsklandi, Ungarn, Montenegro, Norðurmakedonia, Hollandi, Póllandi, Rumenia, Slovenia, Serbia, Sveis ella Kekkia.
Heimadysturin móti Kosovo verður spældur mikudagin 2. november, og útidysturin leygardagin 5. ella sunnudagin 6. november.
Lutakastið til fyrsta umfar:
Aserbajan – Portugal
Føroyar – Kosovo
Slovakia – Lettland
Ísland – Ísrael
Grikkaland – Bosnia Hersegovina
Ukraina – Luksemborg
Bulgaria – Italia
Eysturríki – Finnland
Stóra Bretland – Turkaland