Kvinnulandsliðið í hondbólti: Silja avloysir Rakul

Silja Arngrímsdóttir Müller er kallað inn fyri Rakul Wardum, sum hevur ein skaða at dragast við

Mynd: HSF

Ein útskifting er í kvinnulandsliðshópinum, sum ferðast til Luksemborg í dag. Silja Arngrímsdóttir Müller hjá Neistanum er kallað inn fyri Rakul Wardum, sum hevur ein skaða at dragast við.

 

Føroyski málverjin hevur fingið ein snudd, og verður hon tískil ikki við í Luksemborg. Hon verður tó møguliga við til heimadystin móti Luksemborg komandi sunnudag. Landsliðsvenjararnir hava í hennara stað úttikið Silju Arngrímsdóttir Müller úr Neistanum. Silja er 20 ára gomul og hevur nógvar ungdómslandsdystir í skjáttuni. Silja var eisini partur av A-landsliðshópinum, sum møtti Svøríki í fyrsta dystinum í hesari EM-undankappingini.

 

Føroyski hópurin móti Luksemborg sær sostatt soleiðis út mikudagin:

 

Málverjar:

 

Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)

 

Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin

 

Vengur:

 

Rannvá Olsen, VÍF

 

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71

 

Hervør Niclasen, Neistin

 

Inga Maria Roysdóttir, Kyndil

 

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, TMS Ringsted (DEN)

 

Strikur:

 

Brynja Symphor Høj, Neistin

 

Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

 

Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)

 

Bakkar:

 

Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin

 

Elsa Egholm, H71

 

Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin

 

Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)

 

Jana Mittún, Viborg HK (DEN)

 

Natasja Hammer, StÍF

 

Føroyar møta Luksemborg mikudagin kl. 17.45 á útivølli og á heimavølli í Høllini á Hálsi í Havn, sunnudagin klokkan 17.

 

Atgongumerki til heimadystin fáast til keyps á atgongumerki.fo.

 

Mynd: HSF