Hjá kvinnununum er eitt sindur øðrvísi enn hjá monnunum.
Meistararnir úr Mjølni eru væl umboðaðar. Ikki færri enn fimm leikarar eru úttiknir til hetta liðið, og ikki kann sigast annað enn, at tað er rættvíst.
Tær hava leikt framúr væl í ár.
Millum tær úttiknu er »gamla rottan« í fakinum Marjun Kalsø.
Hon hevur skjótt verið á landsliðnum í eitt mannaminni og hevur leikt umleið 60 landsdystir.
Hon er so nógv tann mest roynda á landsliðnum, og hóast hon nú man fara at verða elst, so sær tað ikki út til, at hon ætlar at stilla flogbóltsskógvarnar frá sær í bræði.
Men onkrar av yngru kreftunum hjá Mjølni eru eisini við. Teirra millum eru Sonja Ravnsfjall og Tina Jacobsen.
Tina Jacobsen hevur leikt væl í ár, og hon fær nógv burturúr á miðjuni. Hon er stór og slær hart.
Eisini Fleyr er væl umboða. Fýra leikarar eru úttiknar. Rúna Hentze er líka sjálvsskrivað á landsliðnum sum Marjun, og tað er væl skiljandi. Hon er sera skjót og kann eisini sláa um tað gerst neyðugt.
Eisini Anna Dalsgarð er úttikin til Íslandsferðina. Tað er fyrstu ferð í fleiri ár, at Anna er við á landsliðnum, og tað er onki at ivast í, at tað serliga er spæl hennara í seinastu landskappingardystunum sum hava givið henni landsliðsúttøkuna.
TB er ikki so væl umboðað hesaferð og tað eru góðar orsøkir fyri tí.
Tað er nevniliga so, at samstundis sum føroysku flogbóltslandsliðið er í Íslandi er unglingameistarakapping her heima og við tí í huganum hava bæði Guðrið Nolsøe og Joana Joensen givið avboð.
Spell at so skuldi verða, men samstundis skilligt, at TB vil hava leikararnar heima tí tær eru góðir leikarar.
Úr ÍF, ella rættari, tí sum eftir er av ÍF, kemur Helen á Lækjuni. Hóast hon ikki hevur fingið nóg nógva dystarvenjing í seinastuni, so er hon styrkur fyri landsliðið, eingin ivi um tað.
Annars vóru Hjørdis Mortensen og Alvilda Ólavsdóttir úr danska meistaradeildarfelagnum TV55 eisini úttiknar, men tær vóru noyddar at geva aboð, tí tær skulu leika endaumfar í donsku kappingini.
Harafturímóti verður Annika Joensen, úr KV61 við á ferðini til Íslands.
Kvinnulandsliðið sær annars soleiðis út:
Marjun Kalsø, Mjølnir
Vera Larsen, Mjølnir
Rúna Hentze, Fleyr
Anna Dalsgarð, Fleyr
Margit Joensen, Mjølnir
Tina Jacobsen, Mjølnir
Svanna Nielsen, TB
Rúna Heinesen, Fleyr
Helen á Lækjuni, ÍF
Sonja Ravnsfjall, Mjølnir
Halla við Høgadalsá, Fleyr
Annika Joensen, KV61
Sosialurin ynskir báðum flogbóltslandsliðunum góða ferð til Íslands og góða eydnu við dystunum.