Kvinnulandsliðið til undankapping

Trífaldu gullvinnararnir av Oyggjaleikunum fara nú at royna seg í EM-undankapping

Flogbóltur

Føroyska flogbóltslandsliðið hjá kvinnum hevur nú fingið enn eina avbjóðing at síggja fram til.
Eftir at liðið nú tríggjar ferðir á rað hevur vunnið gull á Oyggjaleikunum ? tó at hetta hevur verið eftir harða móstøðu ? fara tær í januar mánaði at royna seg í EM-undankapping.
Hendan verður í Luksemburg í døgunum, 3. ? 5. januar, og er talan um sonevnda C-kapping. Tað vil við øðrum orðum siga, at Talan í høvuðsheitum er um flogbóltstjóðir, sum eru á leið okkara støði.
Í bólkinum hjá føroyska liðnum eru Cypros, Liktenstein og Luksemburg, meðan liðini í hinum bólkinum í undankappingini eru Skotland, Ísland, Grønland og Írland.
Teir báðir landsliðsvenjararnir, Niclas Joensen og Romica Øster, hava boðað frá, hvørjar leikarar teir vilja hava við til fyrstu venjingarnar, og tað er hugaligt at síggja, at talan í fleiri førum verður um leikarar, sum ikki áður hava roynt seg á kvinnulandsliðnum, men sum hinvegin hava royndir frá U-landsliðsarbeiðinum, og sum tískil helst eru leikarar, sum nógv kann roknast av í framtíðini.
Landsliðshópurin til fyrstu venjingarnar er hesin: Hjørdis Mortense og Gurði Syderbø úr Fleyr. Annika Rasmussen, Sóley Philbrow og Anna Maria Kruse úr ÍF. Gudrid Nolsøe og Ingun Midjord úr TB. Angeli Johannesen, Birita Joensen og Rannvá Dam úr KÍF. Marjun Kalsø, Durita Ljósstein Johansen, Lena í Buð, Anna Müller Jacobsen og Margit G. Joensen úr Mjølnir. Sólgerð Henriksen og Herborg á Mýruni úr Drátti. Og Karin Mikkelsen, Annika Niclasen, Vivian Mikkelsen og Annika á Stongum úr SÍ.