FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Liðið, ið fer avstað er ungt. Miðalaldurin er 22 ár. Tær yngstu eru Rósa Magnussen og Olga Kristina Hansen, og eru tær 17 ára gamlar, meðan Bára Skaale Klakstein er aldursforseti við 34 árum.
Hóast ungar, so hava allar roynt landsliðsfótbólt áður. Nakrar við U19 og fleiri við A-landsliðinum, bæði til Oyggjaleikir og altjóða skrásettar dystir. Tilamans 49 altjóða skrásettar dystir og 68 Oyggjaleikadystir og 84 U19 landsdystir hava hesar 17 kvinnurnar leikt.
Í sínum 6 altjóða skrásettu dystum hevur Rannvá Andreasen skotið 7 mál. Vivian Bjartalíð hevur eisini flott hagtøl - 2 mál í 2 dystum.
Sólvá Joensen, ið leikar við Skjold BK í bestu donsku deildini hevur metið, við 10 altjóða skrásettum dystum, er ikki við hesaferð, og hevur Bára Skaale Klakkstein við 8 dystum møguleika at takað metið hjá Sólvu.
Í Faktaboks:
Dystarskrá:
Dagur: Tíð Dystur Leikvøllur
Fríggjadagin 2. novembur: 11.00 Estland – Letland Telšiai
14.30 Litava – Føroyar Šiauliai
Sunnudagin 4. novembur: 11.00 Føroyar – Estland Telšiai
14.30 Litava – Letland Šiauliai
Mikudagin 7. novembur: 13.00 Estland – Litava Šiauliai
13.00 Letland – Føroyar Panev?žys