Kvinnulandsliðið til Danmarkar

Føroyska kvinnulandsliðið ferð komandi vikuskifti á venjingarlegu í Danmark, her liðið m.a. skal leika ímóti donskum elitu-divisiónsliðum.

flogbóltur

Farið verður fríggjamorgunin 15. juni, og longu sama kvøldið leikar liðið ímóti Fredriksberg Volley, sum er sama liðið, sum føroyingarnir, Helen á Lakjuni Jacobsen og Alvilda Ólavsdóttir, leika við.
Leygarmorgunin verður aftur ein dystur á skránni, og tá verður leikt ímóti elituliðnum hjá Rosenlund. Hesin dysturin byrjar kl. 11,00.
Leygarkvøldið er venjing á skránni, umframt at liðið skal venja sunnumorgunin í Keypmannahavn.
Komið verður aftur til Føroyar sunnukvøldið.
Føroyska kvinnulandsliðið, sum hevur vunnið gull á tveimum teimum seinastu Oyggjaleikunum, hevur vant nógv saman seinastu tíðina, men stóri trupulleikin hevur verið, at tað er trupult at fáa dystarvenjing í Føroyum, og tí verður farið á venjingarleguna í Danmark.
Íalt 11 leikarar verða við á túrinum. 12 eru úttiknar til Oyggjaleikirnir, men í løtuni er ein teirra til próvtøku, og fær tí ikki verið við á ferðini.