Kvinnulandsliðið til 4-landakapping

Føroyska kvinnulandsliðið hevur fingið innbjóðing frá Bretska Hondbóltsambandinum til eina 4-landakapping í Sheffield

Við í kappingini eru Stóra Bretland, Latvia, Turkaland U21 og Føroyar. Kappingin verður 16. til 19. oktober í ár í stóra ítróttardeplinum í Sheffield. Landsliðsvenjingarnar byrja í august mánað, tá landsliðsvenjarin Sophus Dal-Christiansen og hjálparvenjarin Jacob Jónsson fara at taka út ein bruttohóp.