Í november mánaði tóku Føroyar fyri fyrstu ferð lut í eini EM-undankapping í kvinnufótbólti. Tær vóru til kapping í Makedonia, har mótstøðuliðini vóru Wales, Kazakhstan og vertirnir úr Makedonia.
Føroyska landsliðið kom heimaftur við einum stórsigri ímóti Makedonia og tveimum teprum tapum ímóti bæði Wales og Kazakhstan. Leikarar og venjarar vóru hampiliga væl nøgd við fyrstu royndina í altjóða fótbólti, men Álvur Hansen, landsliðsvenjari, helt, at úrslitið kundi verið enn betri.
- Nú var hetta okkara fyrsta roynd í altjóða fótbólti, men vit taptu við einum máli ímóti bæði Wales og Kazakhstan. Við eitt sindur av hepni vænti eg, at vit saktans kundu fingið stig ímóti øðrum teirra. Serliga ímóti Kazakhstan vóru vit væl betri.
Neyðugt stig
Føroyar hevur luttikið á Oyggjaleikunum líka til 2005, men her hava úrslitini verið mest sum ov góð. Føroyska liðið endaði nevniliga á ovastu rók hvørja ferð, og tí mettu bæði leikarar og venjarar, at landsliðið hevði brúk fyri nýggjum avbjóðingum.
- Tað hevur verið stuttligt at luttikið í Oyggjaleikunum, men mótstøðan hevur ikki verið serliga stór. Bæði Fótbóltssambandið, venjarar og leikarar hildu, at vit høvdu brúk fyri nýggjum avbjóðingum, og tí valdu vit at taka lut í EM-undankappingini, sigur Álvur Hansen. Hann heldur eisini, at hetta var eitt neyðugt stig fyri føroyskan kvinnufótbólt.
Sær spennandi út
Leygardagin 17. mars var fyrsta kappingin á skránni hjá kvinnunum her á landi, tá B36 skipaði fyri kapping um Kvinnusteypið. Liðini, sum vóru við í kappingini, vóru KÍ, GÍ, EB/Streymur umframt B36.
Vit spurdu Álv, hvussu hann var nøgdur við spælið í hesi kappingini.
- Nú eru vit enn rættiliga tíðliga á árinum, men sum heild var eg rættiliga væl nøgdur. Tað sæst væl, at liðini eru væl fyrireikað til kappingina. Tey hava vant hart og leingi, og tað tykist, sum fleiri lið ætla at royna at steðga sigursrøðini hjá KÍ-kvinnunum.
Álvur væntar eisini eina harðari kapping í ár enn undanfarin ár, og hann gleðist eisini um, at fleiri ungir leikarar eru á veg fram.
- Liðini hava nógvar góðar ungar leikarar, og hetta er sjálvandi avbera gott. Hetta ger kappingina harðari um landsliðsplássini, men ungu leikararnir hava eisini meir at stríðast fyri nú. Bæði U-19 og U-17-landsliðini skulu til baltisku londini at spæla undankapping seinni í ár, og eg haldi tað vera gott, at ungu leikararnir fáa fleiri avbjóðingar, sigur Álvur at enda.