A-landsliðið við kvinnum fyrireikar seg í hesum døgum til HM-undankapping, sum verður í Sveis um mánaðarskiftið. Føroyar eru í bólki við Litava, Finnlandi og verttjóðini.
Les eisini: Spenningur um Marita verður klár
Í morgun fór kvinnulandsliðið til Reykjavíkar, har tær skulu spæla tveir venjingardystir móti Íslendska A-landsliðnum. Báðir venjingardystirnir móti Íslandi eru klokkan 16.00 leygardagin og sunnudagin.
16 spælarar eru úttiknir til venjingarleguna og HM-undankappingardystirnar.
Málverjar:
Viviann Petersen, VÍF
Ragnhild á Heygum, VÍF
Útispælarar:
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Ninna Johansen, Aalborg HK
Bjarta O. Johansen, Aalborg HK
Guðrið Geirsdóttir Eystberg, Aalborg HK
Kristianna H. Joensen, Skanderborg Håndbold
Bára K. Hansen, Kyndil
Súna K. Hansen, Kyndil
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Turið Arge Samuelsen, Haukur
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Halla Skylv Midjord, VÍF
Daniella Joensen, VÍF
Tóra Eliasen, Stjørnan
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Marita Mortensen, H71