Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti hevur gjørt eitt ordans lop á FIFA styrkilistanum. Tær eru hoppaðar frá nummar 72 upp á 67. pláss.
Føroyska kvinnulandsliðið hevur vunnið seg í bóklaspælið í undankappingini til HM 2015 í Kanada. Hetta sæst aftur á styrkilistanum, har Føroyar eru fluttar fimm pláss fram á FIFA styrkilistanum.
Føroyar hava lagt lond sum Fílabeinsstrondina, Uruguay, Marokko og Tunesia afturum seg, meðan næstu londini frammanfyri okkum telja millum annað Kasakstan, Turkaland, Hong Kong og Kroatia.
USA liggur fremst og liggur á markinum til at hava met nógv FIFA stig. Týskland er nummar tvey og síðani koma Japan, Brasil og á fimta plássi Svøríki.