Kvinnulandsliðið mentist fyri hvønn dyst

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr kvinnulandsliðsvenjaran, Pætur Smith Clementsen taka samanum Baltic Cup kappingina, sum føroysku kvinnurnar vunnu

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði kvinnulandsliðsvenjaran, Pætur Smith Clementsen aftaná føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti hevði vunnið Baltic Cup við einum 3-1 sigri á Lettlandi, og einari samlaðari úrtøku uppá sjey stig. 

 

Umframt at vinna 3-1 á Lettlandi, so vunnu føroysku kvinnurnar 1-0 á Litava, og spældu javnleik 2-2 ímóti Estlandi. Pætur Smith Clementsen metir, at Litava var sterkasta liðið, og í tí dystinum var føroyska liðið undir trýsti. Í fyrsta dystinum ímóti Estlandi byrjaði føroyska liðið illa, men vann seg uppaftur.

 

Triði og seinasti dysturin ímóti Lettlandi var klárt tann besti, og Pætur Smith Clementsen heldur, at føroyska kvinnulandsliðið mentist fyri hvønn dyst í Baltic Cup, og tað sást greitt í 3-1 sigrinum á Lettlandi í dag. Pætur Smith Clementsen sigur seg hava fingið nógv burturúr kappingini, sum hevur verið í Lettlandi hesa farnu vikuna. Í dag var føroyska liðið tað betra liðið, og stýrdi spælinum, sambært Pætur Smith Clementsen.

 

Nú er næsta uppgávan hjá kvinnulandsliðnum tveir venjingarlandsdystir ímóti Luksemborg, sum verða spældir í november.