-Vendipunktið fyri hetta landsliðið er seinni hálvleikur móti Slovenia. Gott nokk tapa vit hálvleikin 1-0, men tá finna vit útav, at vit kunnu halda fast í bóltinum og koma til málmøguleikar. Dysturin varð spældur einar sjey vikur eftir kappingarenda í Føroyum, men okkara spælarar vóru væl við, sigur Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari.
Les eisini: Sara á landsliðnum - hetta hevur verið mín dreymur
Føroyar taptu í novembur 5-0 fyri komandi mótstøðuliðnum, Slovenia, men dysturin er eitt vendipunkt fyri kvinnulandsliðið. Framgongdin í spælinum sæst á Tórsvølli í apríl í ár, tá føroyska landsliðið fær vitjan av Íslandi. Hóast ósigurin ljóðar upp á 5-0, so er tað bara mál á muni langt inn í seinna hálvleik, umframt at føroyska liðið kemur til fleiri góðar málmøguleikar.
- Tað tóku vit við okkum til dystin móti Íslandi, har vit spæla betri enn seinast. Vit skapa tríggjar ella fýra stóra møguleikar. Nakað, sum prógvar, at vit hava flutt okkum langt, sigur landsliðsvenjari.
Skal føroyska liðið hava stig ella mál í hesi HM-undankappingini, so er besti møguleikin á Tórsvølli í morgin, heldur landsliðsvenjarin.
-Slovenia er tað liðið, sum er nærmast okkum. Tær eru strykismettar næstlægst, og hava ikki fingið onnur stig enn tey, sum komu móti okkum. Talan er um eitt ungt og spennandi lið, sum heilt víst verður betri við tíðini, men vónandi eru tær ikki komnar so langt enn, sigur Pætur S. Clementsen.
Hann vónar, at fleiri føroyskir áskoðarar fara at koma og stuðla landsliðnum. Hann vísur bæði til møguleikan at geva Slovenia góða mótstøðu, men eisini um góða veðrið. Landsdysturin móti Slovenia verður á Tórsvølli í morgin klokkan 17. Rás2 sigur frá dystinum.