Kvinnulandsliðið: Hørð kapping um plássini

- Tað var heilt avgjørt hørð kapping um plássini, sigur landsliðsvenjarin

Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevði ikki nakra lætta uppgávu, tá hann skuldu úttaka hópin til innleiðandi HM-undankappingina, sum verður í Føroyum 6. til 11. apríl.

 

Les eisini: A-landsliðið úttikið

 

Venjingarnar byrjaðu av álvara í januar mánað, og tá vóru umleið 27 til 30 spælarar við til hvørja venjing. Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hevur nú úttikið endaliga hópin, og hann sigur, at tað var hørð kapping um plássini, tá navn skuldi setast á tær seinastu 20, sum skulu við til kappingina.

 

- Tað var heilt avgjørt hørð kapping um plássini. Seinasta venjingin, áðrenn endaligi hópurin bleiv kunngjørdur, var 26. februar, og tá luttóku 27 spælarar. Nakrar skuldu veljast frá, og tað var ikki nøkur løtt avgerð, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

- Men eg eri sera væl nøgdur við hópin, og sálvt um mótstøðan verður sterk, so trúgvi eg veruliga uppá, at tað ber til at røkka sjálvari HM-undankappingini, sigur Pætur Clementsen.

 

Hópurin sær soleðis út

Monika Biskopstø, AaB Ålborg (DEN)

Birita Nielsen, B68

Birna Tummasardóttir, EBS/Skála

Lív Arge, HB

Súsanna M. Hansen, B36

Ansy Sevdal, EBS/Skála

Milja R. Simonsen, HB

Eyðvør Klakstein, Mislata C.F. (ESP)

Rannvá B. Andreasen, KÍ

Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DEN)

Ásla Johannesen, B36

Anna S. Hansen, EBS/Skála

Sigrun K. Kristiansen, EBS/Skála

Jónvá Hentze, HB

Heidi Sevdal, EBS/Skála

Maria K. Thomsen, KÍ

Elisabeth Vang, B36

Katrina Akursmørk, KÍ

Sarita Maria Mittfoss, B36

Bjørg Djurhuus, ÍF/Víkingur

 

Skráin:

6. apríl:

Klokkan 18:15 Føroyar - Luksemborg á Tórsvølli

 

8. apríl:

Klokkan 15:00 Føroyar - Montenegro á Tórsvølli

 

11. apríl:

Klokkan 13:00 Føroyar - Turkaland á Tórsvølli