Kvinnulandsliðið í fótbólti til Oyggjaleikirnar

-

Sum flestu kunnugt verða næstu Oyggjaleikirnir á Isle of Man í døgunum 7. til 13. juli 2001, har óiva yvir 2.000 ítróttarfólk fara at luttaka í 15 ymiskum ítróttargreinum.

Ein av hesum ítróttargreinum er fótbóltur, og frá byrjan hevur verið greitt, at mansfótbóltur verður á skránni.

Í farnu viku varð harafturat avgjørt, at eisini kvinnufótbóltur verður á skránni, tí ikki færri enn 8 oyggjar hava boðað frá luttøku.

Kvinnulandsliðiðni verða frá Isle of Man, Føroyum, Gotlandi, Guernsey, Jersey, Isle of Wight, Rodos og Ynys Mon.

Hetta er fyrstu ferð at føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti fer at royna seg á Oyggjaleikum.