Hondbóltur
Challenge-Trophy kappingin, sum í ár verður hildin í Italia, byrjar mikudagin, og beint undan fráferðini hevði hondbóltslandsliðið tíðindafund á Sunset Boulevard, sum eisini er høvuðsstuðul hjá liðnum.
Fimm dagar til fimm dystir
Og eingin ivi er um, at kvinnurnar veruliga sleppa at royna seg ferðini. Teir fimm dagarnar, sum kappingin varar, skulu tær spæla fimm dystir, og bara tað í sjálvum sær er helst ein sera stórur biti hjá leikarum, sum eru vanar við ein og tveir dystir um vikuna.
Umframt Føroyar eru londini í okkara bólki Ísrael, Letland og Belgia, og fyrstu tríggjar dagarnar er so talan um dyst móti hesum londum.
Síðani veðrur leikt um plaseringarnar á tann hátt, at tey bæði fremstu liðini í hvøjrum bólki spæla hálvfinalu, og síðani verður talan sjálvsagt um finalu og bronsudyst.
Tey bæði niðastu liðini í bólkinum spæla so eisini dystir sínamillum, fyri síðani at lata vinnararnar av hesum dystum spæla um 5/6 plássið, meðan tapararnir spæla um 7/8 plássið.
Vit fingu okkum eisini eitt prát við Anniku Ljósstein, sum er ein av leikarunum á føroyska liðnum, og tó at hon ikki kennir so nógv til komandi mótstøðuliðini, so duldi hon ikki fyri, at tað er við spenningi, at tær fara undir uppgávuna.
- Vit vita snøgt sagt einki um hini liðini, so tað er trupult at gera sær nakra fatan av, hvat mál vit skulu seta okkum. Vit hava roynt at leita á alnetinum og aðrastaðni, men tað einasta, sum vit hava funnið, eru liðmyndir av ymsu liðunum, so vit vita, hvussu troyggjurnar síggja út. Og so tykist tað eisini, sum um talan er um rættiliga ung lið. Fyri tey flestu er í øllum førum galdandi, at talan er um leikarar, sum eru føddar í 80?unum, men nógv meira enn tað vita vit so ikki.
- Men vit eru so samdar um, at vit skulu gera okkara allarbesta. Fyrst og fremst ræður tað um at stríðast av øllum alvi, so úrslitið gerst tað best møguliga, og so kunnu vit eisini troysta okkum við, at hini londini neyvan heldur vita tað heilt stóra um okkum.
Kontra
Spurd, hvørt tær eisini hava gjørt sær nakrar tankar um, hvussu spælistílurin hjá liðnum skal vera, sigur Annika, at tað hava tær eina heilt greiða fatan av.
- Vit eru sera fáar á liðnum, sum eru veruligir bakspælarar, so tað nógva av álopsspælinum má koyra yvir vengurnar. Her haldi eg eisini, at vit hava nakrar sera kvikar og rennisterkar leikarar, so tað verður við denti á eina sterka verju og kontraspæl, at okkara spæl skal koyra.
Og við fimm dystum upp á fimm dagar ræður kanska eisini um at spara upp á ymsu leikararnar?
- Sjálvandi. Tað er so nakað, sum vit ikki hava roynt fyrr. Vit hava vant sera nógv og hart síðani landskappingin endaði, so vit halda okkum hava fyrireikað okkum best møguligt, men tað verður ongantíð tað sama, sum at spæla dystir. Tá rokni eg veruliga við, at tað fer at merkjast í hvørjum einasta vødda í kroppinum, men tað mugu vit so bara taka við. Spennandi verður tað so undir øllum umstøðum, heldur Annika Ljósstein at enda.