Kvinnukvøld á Toftum

Tofta Kvinnufelag skipar fyri kvinnukvøldi á Toftum í annaðkvøld.

Týskvøldið 1. desember, sum er í annaðkvøld, verður skipað fyri kvinnukvøldi á Toftum. Tað er Tofta Kvinnufelag, sum skipar fyri kvøldinum.

 

Tiltakið verður í felagshúsinum við Toftaveg 20, har Tofta Talvfelag eisini heldur til, og lagt verður fyri klokkan 19.

 

Ein skrá er løgd fyri kvøldið, og her verða eitt nú Mildrid Eivindsdóttir við Aloe Vera, Sigrun Johannesen, stylistur, eins og mótasýning verður við handlunum, Shari, Hjá Sannu, Navia og Insito.

 

- Kaffi og okkurt gott verður eisini at fáa. Atgongumerkið verður samstundis lutaseðil, siga fyrireikararnir av kvinnukvøldinum á Toftum.