Kvinnukvøld í Vágum

Mikukvøldið verður hugnakvøld fyri kvinnur á Hotel Vágum. Tað skal takast bókstaviliga, og menn hava yvirhøvur ikki atgongd

Skipað verður fyri kvinnukvøldi á Hotel Vágum mikukvøldið. Tað eru fyritøkur í Vágum, sum fara at sýna fram ymiskt, tær hava at bjóða, eins og undirhald eisini verður.
Hárfríðkanarstovan hjá Janitu í Sandavági fer at siga frá um hárrøkt, sigur Kunningarstovan í Vágum í tíðindaskrivi. Kára á Steig í Sandavági fer at siga frá um húðrøkt, eins og handilin há John Poulsen í Vatnsoyrum verður umboðaður, har greitt verður frá um kvinnundirklæði. Eisini fer fólk frá Ursmiðuni í Sørvági at greiða frá, hvussu farast kann fram, tá ein skal velja sær sólbrillur.
Marjun Kálvalíð í Miðvági fer at greiða frá um kost og lívsvirði, og Erla og Lovinda fara at syngja.
Til matna verður smyrjibreyð at fáa, sigur Kunningarstovan, og atgongumerkini, sum kosta 120,- krónur, eru at fáa í teimum handlunum, sum við eru, eins og tey eisini kunnu keypast í Kuningarstovuni í Miðvági.