Eitt áhugavert kvinnukvøld verður í Leikalund í Klaksvík fríggjakvøldið, har tríggir kvinnuligir rithøvundar fara at greiða frá teirra bókum, sum júst eru komnar út.
Dagny Joensen fer at greiða frá bókini Terradropar. Kvinnumyndir í okkara tíð. Dagny Joensen skrivar um kvinnuleiklutin í nútíðini, hvussu konufólk í veruleikanum liva og virka, út frá teimum fortreytum, sum tær hvør í sínum lagi hava. Hon hevurr havt samrøður við kvinnur í aldursbólkinum 23 - 70 ár, og tær siga frá dreymum og vónum og hyggja aftur á lívið úr einum kvinnuligum sjónarhorni.
Oddvør Johansen fer at siga frá skaldsøguni Sebastians hús, ið vann skaldsøgukappingina hjá Listastevnuni 2004. Karmurin um søguna er Sebastians hús, sum er vitin av Borðuni, fluttur til Havnar. Dómsnevndin segði um hesa skaldsøgu, at skaldsøgan er ein rámandi lýsing av stríðnum millum ein vakran og frælsan dreymaheim og so veruleikans krøv og tvingsil. Við hesari skaldsøgu hevur føroyskur skaldskapur fingið eina perspektivríka heimstaðarlýsing aftrat.
Turið Kjølbro hevur ritstjórnað nýggju bókina, sum Krabbameinsfelagið gevur út, sum eitur Okkara millum. Bókin er savn við 20 tekstum frá føroyingum, ið skriva um, hvussu tað er at liva við krabbameini; 15 teirra eru tekstir frá fólki, ið eru vorðin frísk av krabbameini, 4 tekstir frá fólki, ið hava mist maka ella foreldur av krabbameini, og 1 tekstur frá kvinnu, ið hevur fingið at vita, at hon ikki verður frísk av krabbameini. Hetta eru fjølbroyttir, flógvir, bersøgnir, húðaleysir og sannførandi tekstir, ið veruliga nema teg. Felagsnevnarin er ikki bara krabbamein, men eisini lívsgleði, lívsvilji og lívsjáttan.
Høvi verður at tosa við tær og at fáa bøkurnar signeraðar. Kvøldið verður óformelt; Byrjað verður klokkan 20, og okkurt leskiligt verður at fáa afturvið. Vónandi nýta fólk høvi at heilsa upp á høvundarnar og fáa eitt hugnaligt kvøld úti í Leikalund.