Kvinnur eru í nógv størri vanda fyri at fáa krossbandsskaðar enn menn. Vandin er serliga stórur, um tær spæla hondbólt.
Tøl vísa, at í meðal slítur ein spælari á hvørjum liði í fremstu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum krossbandið hvørt kappingarár. Sagt verður, at roknast kann við í minsta lagi einum krossbandsskaða um árið í einum spælarahópi við 15-17 kvinnuligum spælarum, skrivar dr.dk.
Ein svensk kanning frá 2012 vísir, at vandin fyri, at ein kvinna slítur krossbandið, er tríggjar til fimm ferðir størri enn hjá einum manni.
Orsøkin er millum annað, at vøddar hjá monnum eru 30 prosent sterkari enn hjá kvinnum. Eisini eru kvinnur meira kálvakníggjaðar enn menn, og tað økir vandan fyri krossbandsskaðum.
Tað er eisini trupulari og drúgvari hjá kvinnum enn hjá monnum at venja knæið upp aftur, tá tær hava slitið krossbandið.
Gransking vísir, at helvtin av kvinnunum, sum fáa krossbandsskaða, hava fingið slitgikt 10-15 ár eftir skaðan, og samstundis er vandin stórur fyri fáa ein álvarsaman knæskaða aftur.
– Kvinnurnar eru í nógv størri vanda fyri at oyðileggja knæið aftur. Hevði sami vandi verið á einum arbeiðsplássi, sum tað er á einum hondbóltsvølli við tannáringagentum, so hevði arbeiðsplássið verið stongt, sigur Martin Lind, professari og yvirlækni á Universitetssjúkrahúsinum í Århus við dr.dk.
Við fyribyrgjandi venjing ber til minka vandan fyri krossbandsskaða niður í helvt, siga serfrøðingar.