Kvinnukappingin í hæddini

Fótbóltur: B36 og KÍ spæla avgerandi dyst í morgin

Sunnudagin verður avgerandi umfar í 1. deild hjá kvinnum spælt, og stóri dysturin er í Havn, har B36 og KÍ fara at spæla.

KÍ er í løtuni á odda í kvinnudeildini, men liðið kann ikki loyva sær at tapa dystin móti B36, tí so missa tær oddaplássið. Ein javnleikur førir helst eisini við sær, at liðið missir oddasessin, tí HB er eisini við í kappingini, og vinna tær dystin í Lorvík samstundis sum KÍ bert fær javnleik, eru tær fremst.

B36 spældir fyri sínum møguleika, og sjálvt um ein sigur á KÍ kann føra við sær at grannarnir í HB fara við meistaraheitinum, ætla tær ikki at lata ein tumma í dystinum í morgin. B36 vann fyrr í ár steypafinaluna móti júst KÍ, so Klaksvíkskvinnur hava nakað at hevnað tí viðvíkjandi.

HB fer í morgin til Lorvíkar í tí vón, at tær vinna móti LÍF samstundis sum KÍ snávar í Havn. So eru tær fremst, og tá bert tvey umfør so eru eftir at spæla, eru møguleikarnir fyri at vinna gullið góðir. Hinir dystirn hetta vikuskiftið eru Sumba-Skála og EB-B68.