Bólkur A: Týskland, Kina, Finland og Danmark
Bólkur B: USA, Norra, Svøríki og Ísland
Bólkur C: Portugal, Rumenia, Eysturríki og Føroyar
Kappingin er skipað við einum bólkaspæli, har londini spæla tríggjar dystir. Síðan verða plaseringsdystir, har nummar 1 í bólki A og B spæla finalu og hini um plaseringarnar. Eittarin og tveyarin í bólki C spæla ímóti fýrarunum úr bólki A og B. Og at enda spæla tríarin og fýrarin í bólki C ein dyst aftrat, so øll londini fáa fýra dystir.









