Spennandi tiltak við sangi, upplestri, dansi o.ø. í Mentunarhúsinum og í Ósáskúlanum
Í komandi viku fara Leirvíkar Gentukór undir leiðslu av Dánjali Eysturstein og Suð undir leiðslu av Steinvør Fonn at hava tvær konsertir. Tann fyrra verður í Mentunarhúsinum í Fuglafirði hóskvøldið 5. desember 2002 kl. 20:00 og tann seinna í Ósáskúlanum í Klaksvík leygarkvøldið 7. desember 2002 kl. 20:00.
Jógvan við Keldu verður frásøgumaður og John Færø upplesari. Nøkur fá brot verða lisin upp úr Bíbliuni og úr bókini "Kærleiki Kristusar" ímillum nakrar av sangunum, og tey verða samstundis víst upp á eitt lørift við eini power point presentatión. Til nakrar av sangunum verða eisini myndir vístar, meðan sungið verður.
Á skránni eru 6 sangir eftir kenda danan John Høybye, sum eru um Jesu føðing og ta tíðina, sum Leirvíkar Gentukór fer at framføra. Paula Jacobs syngur solo saman við gentukórinum í 4 av hesum sangunum og Birna Ingunnardóttir ein. Eisini eru jólasangir, klassisk stykki og ein negro spirituals, har Tóra við Keldu og Steinvør Fonn syngja solo, á skránni. Drífa Hansen syngur eina italska ariettu av Pergolesi, har Helga H. Gerðalíð hevur klaverfylgispæli. Nakrir av sangunum eru við ljóðførum og nakrir uttan. Her verður rættiliga ymiskur sangur at hoyra, hóast tað bert verður framført av gentum/kvinnum.
Unnur Sjúrðardóttir Fonn fer eisini at dansa ballet til eitt friðarligt stykki, sum Suð fer at syngja, sum G. B. Martini hevur gjørt.
Ein felagssangur verður eisini á skránni og eftir konsertina verður kaffi. Møguliga verður okkurt yvirraskilsi, meðan kaffi verður.
Um kórini:
Leirvíkar Gentukór eru 19 gentur úr Leirvík í aldrinum 13 til 19 ár. Miðalaldurin er 15 ár. Kórið hevur vant regluliga síðani á heysti í 1999. Tær hava sungið til ymisk tiltøk og tað seinasta tær sungu til, var tá altjóða grindamannaráðstevnan varð sett í Norðurlandahúsinum í sept. 2002.
Suð er kanska meir eitt kvinnukór enn eitt gentukór. Suð sang fyrstu ferð til eina konsert í des. 2001, og hevur síðan sungið til ymisk høvi sum t.d. vígslir, alla halgannadagshald og minningargudstænstu fyri pinkubarnadeyða. Tað seinasta tær sungu til, var til konsert seinasta leygardag, har tær sungu sangir úr kendum sangleikum saman við Klaksvíkar Hornorkestri. Men Suð byrjaði ikki av álvara at venja regluliga fyrr enn í sept. 2002 við tí manning, sum er nú.