konsert
Hesa ferð eru tað Unn Patursson og Guðrið Hansen, ið fara at hita upp. Unn Patursson hevur fingist við bæði pop og jazz. Leygarkvøldið kemur Unn at framføra einsamøll fyri fyrstu ferð. Guðrið Hansen hevur framført til kvinnujam fyrr, og hevur hon verið sera væl móttikin. Guðrið er eisini aktuell í løtuni saman við bólkinum Isadora and the rebels, ið hava fingið sera góð ummæli.
Allar kvinnur í øllum aldri eru vælkomnar bæði at framføra og at lurta. Ljóðføri verður á staðnum og tað er ókeypis atgongd. Hetta er síðsta kvinnujam áðrenn summarferiuna, tá so nógv annað er á skránni um summari. Byrja verður aftur komandi heyst.
Saman við Guðrið Hansen fer Unn Patursson at framføra á Margarinfabrikkini leygarkvøldið









