Komandi mánakvøld skipar Kvinnufelagið fyri almennum fundi um kvinnuráðgeving. Annika W. Dalsgarð, sosialráðgevi og limur í arbeiðsbólkinum hjá Almanna- og Heilsumálaráðnum, ið evnar til eina umfatandi Ráðgeving fyri kvinnur, kunnar um tað uppskotið, sum bólkurin hevur arbeitt seg fram til, og leggur upp til orðaskifti um ætlanina.
Landsstýrismaðurin, Hans Pauli Strøm, setti í septembur í fjør ein arbeiðsbólk at gera álit til íverksetan av eini ráðgeving fyri kvinnur, sum óviljað eru við barn ella í aðrar mátar hava tørv á ráðgeving og hjálp, sum ungar ella einsamallar mammur.
Arbeiðssetningurin hjá bólkinum er at lýsa núverandi møguleikar hjá kvinnum, ið leita sær ráðgeving, at lýsa fyrimunir og vansar við teimum núverandi møguleikunum og somuleiðis at koma við einum ella fleiri uppskotum til eina ítøkiliga kvinnuráðgeving.
Fundurin verður í Mettustovu mánakvøldið 23. januar kl. 20.