Kvinnufrídagur í Íslandi

Klokkan fimm minuttir í hálvgum trý í dag løgdu kvinnurnar í Íslandi arbeiðið niður at halda tann árliga kvinnufrídagin, sum verður hildin við slagorðinum ?Ja, eg tori, kann og vil?.

Løgreglan í Reykjavík sigur, at undirtøkan fyri tiltakinum var sera stór har, og at umleið 50.000 fólk vóru við Arnarhól í mibýnum og lurtaðu eftir røðum og tónleiki.

Røðararnir vístu millum annað á, at kvinnan hevur altíð staðið sterk á íslendska arbeiðsmarknaðinum, og at tað er umráðandi at varðveita vunnin rættindi. Sagt varð, at hetta er serliga týdningarmikið nú, tí í krepputíð viknar støðan hjá kvinnuni á arbeiðsmarknaðinum.

Kvinnufrídagurin varð hildin fyrstu ferð í 1975.